Samskifti
sum
gevur meining

Hevur tú brúk fyri hjálp við tekstinum? Blablabla er til tín, sum hevur nógv upp á hjarta og ikki er bangin fyri at skilja seg út.

Eitt CV sum talar fyri seg

Hetta snýr seg minni um teg og meira um tíni viðskiftafólk

Á sosialum miðlum og í almenna rúminum verða vit øll yvirfloymd av larmi og lættisoppalýsingum. Tú kennir tað. Hesar lítlu tíðartjóvarnar, sum stjala okkara uppmerksemi uttan at geva okkum nakað minnisvert afturfyri. Tað tímir eingin.

So meðan tínir kappingarneytar kappast um at rópa harðast um niðursettar vørur og heildarloysnir, kann eg hjálpa tær at røkka enn longri út við einum meira viðkomandi boðskapi, sum tíni viðskiftafólk bæði fara at varnast og minnast.

Føroya besti teksthøvundur

Eg eiti Henry á Fríðriksmørk, og eg eri Føroya besti teksthøvundur (men tað er nemt at siga, tí eg eri helst eisini tann einasti).

Eg havi eina MA í føroyskum umframt nærum eitt áratíggju av royndum sum teksthøvundur, har eg havi givið landsins størstu fyritøkum eina sterkari rødd og harvið sterkari pláss í vinnuni.

Eg havi stovnað Blablabla sum eitt felag, men tú kanst síggja meg meira sum ein felaga – ein, sum tú líka togar í, tá ið ein tekstur skal rættlesast ella týðast, ella sum tú sjonglerar hugskot við um fangandi yvirskriftir.

  • Tú finnur ongan betri at sparra við.

    Tordis K. á Rógvi Biskopstø, Visit Tórshavn

  • Endiliga hevur lýsingavinnan fingið tekstfólk, sum samstundis eru køn málfólk.

    Elin Henriksen, Málráðið

  • Alt gongur upp í eina hægri eind.

    Adam Andreasen, Vinnublaðið

Hvat ger ein teksthøvundur?

Eg fari hvørki at sniðgeva eina lýsing fyri teg ella byggja tær eina heimasíðu. Men tað hevur tú heldur ikki brúk fyri beint nú.

Tí fyrst mást tú vita, hvat tú skalt siga. Boðskapurin skal vera viðkomandi, tónin sannførandi, og stavsetingin lýtaleys.

Hetta kann eg gera fyri teg.

  • Sosialir miðlar

    Online

    Uttandura

    Bløð

    Útvarp

  • Hugskotsmenning

    Storytelling

    Manuskript

    Storyboard

  • Rættlestur

    Týðingar

    Reinskriving

  • Uppsløg

    Heimasíðutekstir

    Tíðindabrøv, bloggar, faldarar o.a.

  • Slagorð

    Vøruheiti

    Málsligur samleiki

    Endamálsorðing

Blablabla er eitt lítið prik stórt skump til føroyska lýsingastøðið

Tíni viðskiftafólk vilja síggja lýsingar, sum eru stuttligar, rørandi og áhugaverdar. Og her meini eg so stuttligar, at tey fáa ilt í búkin av at flenna; so rørandi, at tey fáa ein klump í hálsin; so áhugaverdar, at tey barasta ikki fáa lýsingina úr tonkunum aftur.

Lat okkum geva teimum tað, sum tey veruliga vilja hava – undirhald.

Tú sigur bara til

Við einum teksthøvundi á síðulinjuni fert tú at framstanda sum serfrøðingur á tínum øki. Tey røttu viðskiftafólkini fara at tekkjast tær og fáa tokka til tínar vørur og tænastur. Ikki bara tí tú ert kappingarførari enn onnur. Men tí tey kenna seg aftur í tínum samskifti. Tey síggja, at tit hava okkurt í felag.

Send mær eini boð og lýs í stuttum, hvørjar avbjóðingar ella dreymar tú hevur. So finna vit ein dag at práta um tað.