Brúk fyri hjálp
við tekstinum?

Líka sum rithøvundarnir, sum hava skrivað hasar bøkurnar á myndini, so trúgvi eg uppá, at orð kunnu broyta heimin.

Men sum teksthøvundur havi eg varnast eina nýggja gongd í lýsingavinnuni. Nú snýr tað seg mest um at fanga uppmerksemið hjá fólki – heldur enn framleiða nýskapandi, innihaldsríkt tilfar. Men eg trúgvi uppá, at undirhald selur. Hetta er altíð mítt útgangsstøði, tá eg skrivi tekstir fyri teg. Tí um vit stjala tíðina hjá fólki, so skulu vit geva teimum okkurt gott afturfyri. Eg veit ikki, um eg sum teksthøvundur megni at broyta heimin til eitt betri stað. Men hvør veit – kanska føroysku lýsingavinnuna?

Niðanfyri sært tú ymiskt, sum eg kann hjálpa tær við.

Lýsingatekstir

40.000 føroyingar eru á Facebook hvønn einasta dag, har 3. hvørt uppslag er ein lýsing. Men sig mær nú – minnist tú, hvat tann síðsta lýsingin, tú sást, snúði seg um? Nei?

Skulu viðskiftafólkini varnast og minnast tína lýsing, mást tú fyrst hava eitt gott hugskot og ein viðkomandi boðskap, og hetta skal alt ballast inn í ein sannførandi tóna.

Filmslýsingar

Leikarar, filmslið, útgerð, staðseting, útrulling. Filmslýsingar eru ikki bíligar. Tí hevur tað alt at siga, at lýsingin verður eksekverað ordiligt við eini spot-on søguforteljing. So veitst tú, at tú fært okkurt fyri pengarnar.

Eg havi drúgvar royndir við at skriva og leikstjórna filmslýsingar, og so havi eg eitt tætt tilknýti til fremstu filmsframleiðararnar í landinum.

Tekstrættingar

Føroyska málið hevur ein stóran leiklut í okkara tjóðarsamleika. Øll hava eina meining um føroyskt. Tað merkir, at ein illa orðaður tekstur lættliga kann skaða títt trúvirði.

Eg trein inn í lýsingavinnuna sum málfrøðingur við eini MA í føroyskum (og fyri tíðina arbeiði eg eisini parttíð sum málsligur ráðgevi í Málráðnum). So meðan lýsingatekstir eru mín nissja, so er mállæra hóast alt mítt handverk.

Ókeypis rættlestur

Hevur tú eina grafiska lýsing? Send mær mynd av henni, og so rættlesi eg tekstin fyri teg – púra ókeypis

Hví ókeypis? Fyrst og fremst tí at tað tekur mær trý sekund at rættlesa eina lýsing.

Hartil kemur, at lýsingatekstir eru teir sjónligastu tekstirnir í almenna rúminum og sosialu miðlunum – og av tí sama hava teir stóra ávirkan á føroyska málið. Sum málfrøðingur og teksthøvundur síggi eg tað tí sum mína evstu ábyrgd at tryggja, at málburðurin er góður í føroyskum lýsingum.

Tekstinnihald

Er tað eitt sindur síðan, at tú legði okkurt út á sosialum miðlum? Treingja heimasíðutekstirnir til at blíva frískaðir upp? Hvussu við tíðindabrøvum, bloggum og faldarum? Allar fyritøkur hava nógv samskiftið úteftir. Men tað eru ikki allar fyritøkur, sum hava ein og sama tóna í samskiftinum.

Tá ið eg skrivi tekstir, havi eg altíð ein sendara (teg) og ein móttakara (kundan hjá tær) í huganum, og eg taki altíð tað fyrilit, at teksturin er greiður og lættur at lesa.

Branding

Hvussu fært tú summi at velja teg fram um onnur, um tey ikki kenna teg ella tínar fantastisku vørur frammanundan? Svarið er branding.

Eitt brand er samlaða fatanin, sum onnur hava av tíni fyritøku. Um tú hevur eitt logo og ein grafiskan samleika, so ert tú longu komin hálvan veg. So manglar tú bara tað tekstliga so sum slagorð og málsligan samleika.

Eg kann føra brandið frá 50% upp á 100% við at tryggja samanhang í øllum samskiftinum.

Vilt tú vita
meira um meg?

Tú sigur bara til

Við einum teksthøvundi á síðulinjuni fert tú at framstanda sum serfrøðingur á tínum øki. Tey røttu viðskiftafólkini fara at tekkjast tær og fáa tokka til tínar vørur og tænastur. Ikki bara tí tú ert kappingarførari enn onnur. Men tí tey kenna seg aftur í tínum samskifti. Tey síggja, at tit hava okkurt í felag.

Send mær eini boð og lýs í stuttum, hvørjar avbjóðingar ella dreymar tú hevur. So finna vit ein dag at práta um tað.