Hví havi eg valt
hesa yrkisleið?

Eg eri kanska í einum minniluta, tá ið eg sigi so – eg elski lýsingar.

Men eg elski eisini mál. Og lýsingatekstir eru teir sjónligastu tekstirnir í almenna rúminum, og av tí sama hava teir stóra ávirkan á tað føroyska málið. Sum málfrøðingur og teksthøvundur síggi eg tað tí sum mína evstu ábyrgd at tryggja, at málburðurin er góður, og at innihaldið er viðkomandi.

Blaða niður og les víðari um meg, míni áhugamál, aðalmál, endamál – ja, okay, mál er ein nokk so afturvendandi táttur í tí heila.

Tað stutta av tí langa

Útbúgving

Eg havi eina MA í føroyskum máli og bókmentum frá Føroyamálsdeildini umframt eina B.Ed. frá Læraraskúlanum.

Servitan

Eg havi skrivað MA-ritgerð um, hvussu sosialir miðlar skapa nýggjar treytir fyri føroyskar fyritøkur, tá ið tær marknaðarføra seg á føroyskum máli.

Royndir

Eg havi nærum eitt áratíggju av royndum sum teksthøvundur, har eg havi hjálpt føroyskum fyritøkum at finna sína rødd og sítt pláss á marknaðinum.

Áhugamál

Arbeiði og frítíð renna eitt sindur saman hjá mær. Eg skrivi lýsingatekstir um dagin og yrkingar um kvøldið.

Tungumál

Umframt móðurmálið skrivi og tosi eg flótandi danskt og enskt, og so dugi eg á samrøðustøði fitt av norskum og sponskum.

Hvørjum kann eg hjálpa tær við?

Tú sigur bara til

Við einum teksthøvundi á síðulinjuni fert tú at framstanda sum serfrøðingur á tínum øki. Tey røttu viðskiftafólkini fara at tekkjast tær og fáa tokka til tínar vørur og tænastur. Ikki bara tí tú ert kappingarførari enn onnur. Men tí tey kenna seg aftur í tínum samskifti. Tey síggja, at tit hava okkurt í felag.

Send mær eini boð og lýs í stuttum, hvørjar avbjóðingar ella dreymar tú hevur. So finna vit ein dag at práta um tað.