Samskifti
sum
gevur meining

Hevur tú brúk fyri hjálp við tekstinum? Blablabla er til fyritøkur, sum hava nógv upp á hjarta og ikki eru bangnar fyri at skilja seg út.

Eitt CV sum talar fyri seg

Hetta snýr seg minni um teg og meira um tíni viðskiftafólk

Á sosialum miðlum og í almenna rúminum verða vit øll yvirfloymd av larmi og lættisoppalýsingum. Tú kennir tað. Hesar lítlu tíðartjóvarnar, sum stjala okkara uppmerksemi uttan at geva okkum nakað minnisvert afturfyri. Tað tímir eingin.

So meðan tínir kappingarneytar kappast um at rópa harðast um niðursettar vørur og heildarloysnir, kann eg hjálpa tær at røkka enn longri út við einum meira viðkomandi boðskapi, sum tíni viðskiftafólk bæði fara at varnast og minnast.

Føroya besti teksthøvundur

Eg eiti Henry á Fríðriksmørk, og eg eri Føroya besti teksthøvundur (men tað er nemt at siga, tí eg eri helst eisini tann einasti).

Eg havi eina MA í føroyskum umframt nærum eitt áratíggju av royndum sum teksthøvundur, har eg havi givið landsins størstu fyritøkum eina sterkari rødd og harvið sterkari pláss í vinnuni.

Eg havi stovnað Blablabla sum eitt felag, men tú kanst síggja meg meira sum ein felaga – ein, sum tú líka togar í, tá ið ein tekstur skal rættlesast ella týðast, ella sum tú sjonglerar hugskot við um fangandi yvirskriftir.

  • Tú finnur ongan betri at sparra við.

    Tordis K. á Rógvi Biskopstø, Visit Tórshavn

  • Endiliga hevur lýsingavinnan fingið tekstfólk, sum samstundis eru køn málfólk.

    Elin Henriksen, Málráðið

  • Alt gongur upp í eina hægri eind.

    Adam Andreasen, Vinnublaðið

Hvat ger ein teksthøvundur?

Hann nýtir væl vald orð til tess at sannføra fólk.

Sannføra fólk um hvat? Til at vitja eina heimasíðu. Til at taka eina app niður á telefonina. Til at trýsta á knøttin niðast í einum tíðindabrævi. Til at ringja til tín fram um tínar kappingarneytar.

Blablabla er eitt lítið prik stórt skump til føroyska lýsingastøðið

Tíni viðskiftafólk vilja síggja lýsingar, sum eru stuttligar, rørandi og áhugaverdar. Og her meini eg so stuttligar, at tey fáa ilt í búkin av at flenna; so rørandi, at tey fáa ein klump í hálsin; so áhugaverdar, at tey barasta ikki fáa lýsingina úr tonkunum aftur.

Lat okkum geva teimum tað, sum tey veruliga vilja hava – undirhald.

Tú sigur bara til

Við einum teksthøvundi á síðulinjuni fert tú at framstanda sum serfrøðingur á tínum øki. Tey røttu viðskiftafólkini fara at tekkjast tær og fáa tokka til tínar vørur og tænastur. Ikki bara tí tú ert kappingarførari enn onnur. Men tí tey kenna seg aftur í tínum samskifti. Tey síggja, at tit hava okkurt í felag.

Send mær eini boð og lýs í stuttum, hvørjar avbjóðingar ella dreymar tú hevur. So finna vit ein dag at práta um tað.