Samskifti
sum gevur meining
Hevur tú brúk fyri hjálp við tekstinum? Blablabla er til tín, sum hevur nógv upp á hjarta og ikki er bangin fyri at skilja seg út.
Rættlestur
Rættlestur er at samanbera við fínpussing á einum snikkaravirki – eitt skeivt ð og ein lítil skøva tekur uppmerksemið frá allari heildini.
Í grundini røkka stavivillur út um tann einstaka tekstin, tí um tú sjuskar við rættlestrinum, so halda summi, at tú eisini sjuskar við vørunum ella tænastunum.
Lukkutíð gongur tað báðar vegir. Um teksturin er lýtaleysur – hvørja ferð – so fáa viðskiftafólkini og samstarvsfelagarnir álit á tær, tí tú umboðar samvitskusemi og nærlagni.
Tørv á rættlesara?
Eg eiti Henry á Fríðriksmørk, og eg havi eina MA í føroyskum umframt eitt áratíggju av royndum sum rættlesari og teksthøvundur, har eg havi givið landsins størstu fyritøkum eina sterkari rødd og harvið sterkari pláss í vinnuni.
Ókeypis rættlestur
Hevur tú eina grafiska lýsing? Send mær mynd av henni, og so rættlesi eg tekstin fyri teg – púra ókeypis
Hví ókeypis? Fyrst og fremst tí at tað tekur mær trý sekund at rættlesa eina lýsing.
Hartil kemur, at lýsingatekstir eru teir sjónligastu tekstirnir í almenna rúminum og sosialu miðlunum – og av tí sama hava teir stóra ávirkan á føroyska málið. Sum málfrøðingur og teksthøvundur síggi eg tað tí sum mína evstu ábyrgd at tryggja, at málburðurin er góður í føroyskum lýsingum.
Tú sigur bara til
Við einum rættlesara á síðulinjuni kemur tú at framstanda sum serfrøðingur á tínum øki. Send mær eini boð og lýs í stuttum, hvat ið uppgávan snýr seg um, og so vendi eg aftur alt fyri eitt.