Tað góða við eini samskiftishandbók

Tey bestu viðskiftafólkini eru tey, sum koma aftur og aftur. Tey keypa oftari, tey keypa dýrari, og tey eru ókeypis reklama, tá ið tey viðmæla tykkum til onnur. Men hví er tað so? Hví koma summi aftur? Hví fara tey ikki til kappingarneytan at forvitnast? Svarið er trúvirði. Tit hava knýtt bond. Tey vita, at frá tykkum fáa tey tað, sum tey hava brúk fyri.

Og hvussu við teimum, sum ikki kenna tykkum frammanundan? Teimum, sum bara forvitnast á heimasíðuni, ella sum bara hava hoyrt um tykkum frá øðrum? Kann mann fáa tey at velja tykkum framum?

Svarið er ja, og lyklaorðið er aftur trúvirði. Eitt gott brand kommunikerar greitt, hví tað er til. Við eini samskiftishandbók kunnu tit stíla fyri, at øll fáa ta røttu fatanina av brandinum.

Málráðið er evsti málmyndugleiki í landinum. Her er mynd av samskiftishandbók, sum eg tók stig til at gera saman við teimum

Brandið

Fyrri partur í samskiftishandbókini snýr seg um brandið – tað sum tit samskifta. Eitt brand er varandi, og tí eru allir tekstirnir í fyrra parti at meta sum høgdir í grót.

Brandingin

Seinni partur snýr seg um sjálva brandingina – hvussu tit samskifta. Branding er ein gerð, og í hesum parti eru kekklistar og góð ráð til alt samskiftið.

Soleiðis fer hetta fram

Vit gjøgnumganga 10 spurningar í felag. Hetta tekur 2 tímar, har ið summir spurningar eru drúgvir, og summir lættir. Best er, at tit eru eini 2-3 starvsfólk í tali, so at vit fáa sum mest burtur úr kjakinum.

1.

Eg savni harnæst upplýsingarnar saman, sum eg so skrivi samskiftishandbókina út frá. Næsta umfar er aftur ein fundur, har ið eg fari ígjøgnum innihaldið saman við tykkum. Tit koma við viðmerkingum ella rættingum, sum eg so føri inn.

2.

Tá ið alt innihaldið er góðkent, so verður samskiftishandbókin sett upp, og tit fáa hana sendandi. So er nýggja kósin í fyritøkuni sett.

3.

Skulu vit fara í gongd?

Um meg

Eg eiti Henry á Fríðriksmørk, og eg havi eina MA í føroyskum umframt eitt áratíggju av royndum sum teksthøvundur, har eg havi givið landsins størstu fyritøkum eina sterkari rødd og harvið sterkari pláss í vinnuni.